Semja

Arbeiðarafeløgini – Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag – hava í kvøld undirskrivað tvey ára semju við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Semjan inniber eina lønarhækking á kr. 5,25 yvir tvey ár umframt nýggja viðbót fyri starvsaldur eins og ymiskar aðrar ásetingar og ábøtur í sjálvum sáttmálanum.

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava undirskrivað ein tvey ára lønarsáttmála, sum samlað gevur eina lønarhækkan á kr. 5,25, nýggja viðbót fyri 11 ára starvsaldur og greiðari og betri áseting um yvirtíðarløn sunnu- og halgidagar.

Tímalønin verður í 2016 kr 123,09 og í 2017 kr 125,69, og í 2017 fer tímalønin hjá einum arbeiðara sum hevur 11 ára starvsaldur at liggja á kr 131,66.

Betri sømdir eru eisini fyri tey, sum eru fyri eini arbeiðsóhappi, fyri vaktarfólk á skipum umframt at nýggjur sáttmáli er gjørdur fyri bussførarar og fyri pelagisku virkini.

Posted in HAF

1 mai dagshald

1 Mai dagshald

Havnar Arbeiðarafelag skipar aftur í ár fyri 1 mai dagshaldi á Vaglinum og byrjar tiltakið  kl 15.00

Røðarar í ár verða Helgi Eidesgaard, Tróndur Sigurðsson og Eyðbjartur S. Skaalum.

Havnar Hornorkestur spælir.

Tulkatænasta luttekur við tulki

Møti fjølment

Nevndin

 

Posted in HAF

Ársaðalfundur 2016

 

Havnar Arbeiðsmannafelag

 

 

Ársaðalfundur  felagsins verður leygardagin hin 12. mars 2016 kl. 15.00 á

Hotel Hafnia (panorama).

Skráðin fyri aðalfundin:

1.  Frágreiðing frá farna ári.

2.  Framløga av roknskapi til góðkenningar

3.  Val av 2 nevndarlimum.

Tá freistin fyri uppstillan til val av nevndarlimum var úti 1.februar var onki uppskot innkomið.

Verandi nevndarlimir vera tí aftirvaldir uttan atkvøðugreiðslu.

4.  Val av tiltakslimum

5.  Val av grannskoðara

6.  Uppskot frá nevndini um at broyta navn felagsins til Havnar Arbeiðarafelag og         varðveita Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hjánavn.

Uppskot um broytan av freistini í § 38

7.  Ymist

 

Aftaná fundin verður døgurði.

Møtið fjølment

 

Nevndin

Posted in HAF

Summarhús í Skálavík

Nú ber til hjá limunum at leiga eitt hugnaligt summarhús í Skálavík (sí breddan summarhús í Skálavík og leiðreglur)

Hugnaligu húsini á uml 117m2 standa í Hagabrekku 29, ið liggur tætt við Hotel Skálavík. Húsini standa væl fyri í friðarligum og  barnavinarligum umhvørvi. Frítt útsýni er niðan í dalin.

Við vón um at limirnir fáa stóra gleði av húsinum ynskja vit øllum eitt gott summar

Nevndin

 

Posted in HAF

1 Mai dagshald

Havnar Arbeiðsmannafelag skipar aftur í ár fyri 1 mai dagshaldi á Vaglinum og byrjar tiltakið  kl 14.30.

 

Røðarar í ár verða Eyðgunn Samuelsen, Anfinn Brekkstein, John av Reyni, Jónsvein Olsen og Jóhan Carl Dam næstformaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Havnar Hornorkestur spælir og Kári P fer at syngja nakrar sangir.

Tulkatænasta luttekur við tulki

Møti fjølment

Nevndin

Posted in HAF

Nýggji bygningurin á Tinghúsvegnum

24 nov 2014 var ein varði í søgu felagsins lagaður.

Nýggji bygningurin á Tinghúsvegnum var reistur.

Inni arbeiði er nú byrjað og eftir ætlan skal bygningurin verða klárur at flyta inn í, einaferð í seinnu helvt í ár.

 

Posted in HAF

HA Pensjón/ BetriPensjón

 

Til Limirnar

Kunning um møguleikan hjá limum at broyta váðastøði í samband við eftirlønarsamansparing.

Broyting av váðastøði

Í Betri pensjón verður samansparing renta við marknaðarrentu. Hagtøl vísa, at tað í longdini loysir seg at seta samansparingina í virðisbrøv. Tí fært tú marknaðarrentu hjá Betri pensjón.

Havnar Arbeiðsmannafelag hevur saman við Betri pensjón gjørt eina íløguætlan, har lutfallið millum íløgur í partabrøv og lánsbrøv, er treytað av aldri og váðafýsni. Í høvuðsheitum sveiggja partabrøvini mest í virði. Lánsbrøvini tryggja harafturímóti støðuleika. Í byrjanini verður størri partur av samansparingini settur í partabrøv. Sum tú eldist, og samansparda upphæddin veksur, verður váðin minkaður við at seta lutfalsliga størri part í lánsbrøv.

Allir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag eru sjálvvirkandi settir í íløgubólkin “Varið váðastøði”

Nøktar “Varið váðastøði” ikki tín tørv, hevur tú møguleika at velja millum hesar íløgubólkar:

  • Bert lánsbrøv
  • Varið váðastøði – sjálvvirkandi, um ikki annað er valt
  • Lágt váðastøði
  • Miðal váðastøði

Ynskir tú at broyta títt váðastøði, kanst tú venda sær til Betri pensjón, har tú skal fylla út oyðublaðið ”Íløguavtala”. Tú kann eisini taka oyðublaðið niður á heimasíðuni hjá Betri pensjón her. https://www.trygging.fo/Global/Betri_ymisk%20skj%c3%b8l/Iloguavtala1.pdf

Sí annars breddan HA Pensjón / BetriPensjón

Posted in HAF

Aðalfundur 2015

Frá Havnar Arbeiðsmannafelag

 Til Limirnar

 

Aðalfundur felagsins verður nú Leygardagin 21 mars kl 15 á Hotel Føroyum.

 

Skrá sambært lógum felagsins

Aftaná fundin verður døgurði

Bussur koyrur úr Steinatúni 20min áðrenn fundin

Møti Fjøllment

 Nevndin

Posted in HAF

Verandi nevnd heldur fram

Nevndin í Havnar Arbeiðsmannafelag verður tann sama aftaná aðalfundin 21 mars 2015.

Hans Joensen heldur fram sum formaður í felagnum. Hettar var geitt tá freistin at boða frá uppskoti til formannsvalevni sum var 1 jan 2015 var farin og onki annað uppskot var komið inn.

Aftaná at freistin at boða frá uppskoti til nevndarvalevni sum var 1 feb 2015 var farin, er greitt, at verandi nevndarlimir sum stóðu fyri vali, Heri Reynheim og Sakaris Hansen, halda fram sum nevndarlimir uttan atkvøðugreiðslu.

 

Posted in HAF

Lívstrygging

Til allar limir felagsins

Ansið tykkum, at tit ikki detta úr lívstryggingarskipan okkara !!

Vit skulu gera vart við, at teir limir okkara, sum gevast at arbeiða vegna sjúku,

farloyvi ella arbeiðsloysi, hava møguleika at halda áfram í

samhaldsføstu lívstryggingarskipan okkara.

Treytirnar fyri at kunna halda áfram í lívstryggingarskipanini eru:

at limurin innan 3 mánaðar sjálvur byrjar at gjalda tryggingargjald,

sum felalgið hevur ásett.

at limurin annars heldur allar limaskyldur sínar.

at limurin ikki gerst limur í øðrum fakfelag og/ella byrjar at arbeiða

innan sáttmálaøkið hjá øðrum fakfelag ella innan økið, sum metast má

sum sjálvstøðug vinna.

at limurin ikki er farin um eftirlønaraldur.

Limir kunnu venda sær til felagið fyri at fáa nærri upplýsingar um

tryggingargjald og konto, har gjaldið skal flytast.

 

Telefon: 51 21 06 / 59 09 30 / 51 71 03

Email: haf@haf.fo

 

Tað er limurin sjálvur, sum hevur ábyrgdina av, at tryggingargjøldini

verða goldin.

Nevndin

Posted in HAF