Felagið

Felagið

Havnar Arbeiðarafelag er fakfelagið hjá arbeiðsfólki í Havn.

Sum limur í Havnar Arbeiðarafelag fært tú lut í hópin av fyrimunum og tænastum. Skrivstovan er opin hvønn gerandisdag og svarar spurningum, eru ivamál.

Felagið leggur dent á at stuðla tær og tíni familju. M.a. hevur felagið við trygging og eftirløn tryggjað allar limir, so limir ikki nýtast at stúra fyri framtíðini, um illa vil til.

Sum limur ert tú partur av einum stórum felagsskapi við stórari megi, og tú fært lut í mongum sáttmálarættindum, sum felagið hevur vunnið sær.

Ert tú fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum, bjóða vit ókeypis løgfrøðiliga hjálp. Hvønn mikudag kl. 18.00-19.00 er sakførari til reiðar at svara spurningum á tlf. 597978.

Havnar Arbeiðarafelag skipar javnan fyri skeiðum fyri álitisfólk, nevndarlimir og onnur áhugað, og vit stuðla tær, tá verkfall ella verkbann er.

Tørvar tær eitt beinleiðis prát, ert tú vælkomin at støkka inn á gólvið á skrivstovuni.