Fyrsta verkfallið

Fyrsta verkfallið

Fyrsta havnarútbyggingin farin í gongd í 1922

At viljin í Havnar Arbeiðsmannafelag var sterkur frá fyrsta degi, kom til sjóndar undir fyrstu stóru arbeiðsósemjuni, sum felagið var partur av. Hon tók seg upp, tá fyrsta havnarútbyggingin í býnum skuldi fáast frá hondini.

Í 1920 var Havnin brimpláss, og onki vardi hana fyri landsynninginum. Eitt umráðandi mál gjørdist tí at fáa brimgarð gjørdan. Sjøtul varð settur á havnarútbyggingin í 1922. Tímalønin var tá komin upp á 1,20 kr., og danska felagið Fibiger & Willefrance stóð fyri arbeiðinum.

Limirnir hjá Havnar Arbeiðsmannafelag fingu bara 1,12 kr. um tíman. Grundgevingin hjá Fibiger & Willefrance var, at sjálvt ikki í Danmark fekk nakar meir enn hetta um tíman. Men hetta var ikki satt.

Tá Havnar Arbeiðsmannafelag frætti, at í Danmark fingu jørð- og betongarbeiðarar í 1,46 kr. um tíman, legði felagið arbeiðið upp á havnarlagið niður.

Trætan við Fibiger & Willefrance stóð við í 4-5 mánaðir, og hart stóð á pørtunum. Arbeiðsmenninir fingu ikki meira upp á lønina, men trætan menti seg til eitt beiskt stríð um, at arbeiðsmegin í Havn skuldi vera skipað.