Søgan

Søgan

Havnar Arbeiðsmannafelag hevur meira enn 100 ára á baki og broytti á 100 ára degnum í 2016 navn til Havnar Arbeiðarafelag.

Søgan um Havnar Arbeiðsmannafelag er søgan um lívsneyðug rættindi, sum arbeiðsmenn í Havn so líðandi vunnu sær við samráðingum, krøvum og verkføllum. Hon er eisini søgan um, hvussu Havnin í heila øld menti seg til ein nýmótans høvuðsstað í Norðuratlantshavi.

Á næstu síðunum kanst tú lesa úrdráttir úr søguni hjá felagnum, sum eisini er lýst í bókini “Til Arbeiðis! Lív ella deyð!” eftir Helga Eidesgaard og filminum “Stríðsmenn í Havn” eftir Una Arge og Hans Petur Hansen.