1 oyra-streikan

1 oyra-streikan

Arbeiðsmenn og arbeiðsgevarar heittu við krígsbyrjan í 1939 á løgtingið um at fáa í lag eitt prístal, so arbeiðslønin kundi javnast eftir vøruprísunum. Prístalið varð sett til 100, og í 1942 var tað komið upp á 213.

Stríð tók seg upp millum Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðsgevararnar um, hvussu nógv lønin skuldi hækka um tíman fyri hvørt prístalsstigið. Arbeiðsmenn vildu hava 1 oyra fyri hvørt stigið – arbeiðsgevarar vildu bara lata 0,85 oyra.

Hálvan mars í 1943 kom tingið saman at umrøða, hvussu príssteðgur og lønarsteðgur kundu setast í verk. Tá varð uppskot lagt fram um, at lønin skuldi javnast við 1 oyra. Uppskotið varð samtykt.

Arbeiðsgevararnir vildu ikki góðtaka samtyktina, og hon endaði í gerðarættinum. Støðan gjørdist tá spent, tí arbeiðsmenninir vildu ikki, at gerðarætturin skuldi broyta tingsamtyktina.

Gerðarætturin dømdi ímóti arbeiðsmonnunum, og teir fóru í verkfall og mótmæltu í fleiri dagar. Hættisliga støðan hevði við sær, at tingið 14. apríl í 1943 aftur samtykti, at lønin skuldi hækka 1 oyra fyri hvørt prístalsstig.

Arbeiðsgevararnir vóru misnøgdir við avgerðina, og sum avleiðing av 1 oyra-streikuni stovnaðu teir Føroya Arbeiðsgevarafelag.