8 tímar arbeiðsdag

8 tímar arbeiðsdag

Umstøðurnar hjá arbeiðsmonnunum í Havn vóru út av lagi ringar fyrst í 30’unum. Um 340 av teimum 500 limunum vóru arbeiðsleysir, vísti ein kanning, og hesar umstøðurnar vóru ikki besta grundarlagið at vinna stórar fakfelagspolitiskar sigrar á.

Ein tann størsta sigurin vann Havnar Arbeiðsmannafelag tó í 1931, tá felagið í sambandi við sáttmálasamráðingarnar setti fram krav um at fáa 10 og 8 tímar arbeiðsdag. Hetta var eitt nýbrot í Føroyum.

Arbeiðsgevararnir vóru trekir at eftirlíka ynskinum, tí teirra fremsta mál var, at lønin skuldi lækka. Arbeiðsmannafelagið helt fast við sítt, og endin gjørdist, at arbeiðsgevararnir eftirlíkaðu ynskinum.

Vit hesum vunnu arbeiðsmenninir í Havn 8 tímar arbeiðsdagin við samráðing – og ikki verkfalli. Tað var sermerkt, tí aðrastaðni hevði arbeiðstíðin verið stórt stríðsmál.