Kreppa í 1992

Kreppa í 1992

Myrk skýggj sigu yvir Føroyar eftir tey ferðmiklu áttatiárini, og tann 6. oktober í 1992 gjørdist greitt, at Sjóvinnubankin hevði verið á fallandi føti. Við hørðum treytum úr Danmark vórðu føroyskir myndugleikir settir undir umsiting afturfyri, at bankin fekk neyðhjálp.

Føroya Banki ridlaði eisini og fekk seinni eina milliardainnspræning, sum landið átók sær.

Arbeiðsloysið fór upp á 25 prosent, sethús og virkir fóru á tvingsilssølu, og túsundtals fólk flýddu av landinum. Nýggja arbeiðsloysisskipanin megnaði ikki at fylgja við tørvinum, og í 1993 vóru 5.000 fólk í henni. Útgjaldið varð sett niður, og inngjaldið varð hækkað.

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag, Carl Johansen, var ikki mjúkur at strúka á Vaglinum 1. mai í 1993.  Komið var so langt, segði hann, at Føroya fólk var vorðið landsins størsta útflutningsvøra, og arbeiðsloysisskipanin var vorðin landsins størsti arbeiðsgevari.

Havnar Arbeiðsmannafelag fekk undir kreppuni umsóknir frá bæði Tórshavnar kommunu og Argja kommunu um at læna kommununum pening til raksturin, og hetta varð kommununum játtað.