Nýggj hús í 1970

Nýggj hús í 1970

Tinghúsvegurin í 1960'ununum

Havnar Arbeiðsmannafelag keypti síni fyrstu hús í 1927. Hetta var á Bryggjubakka, har felagið húsaðist til 1935. Síðan keypti felagið í 1936 Evensens Pakkhús. Har var felagið til 1958.

Í 1957 varð farið at tosað um at byggja nýggj hús, og árið eftir keypti felagið eina ogn hjá Andriasi Ziska á horninum Sverrisgøta-Tinghúsvegur. Meðan umhugsað varð at byggja, leigaði felagið hølir frá Føroya Banka.

Tá leigan varð sett upp í 1966, kom ferð á byggiætlanirnar, og heitt varð á byggifelagið Lamhauge og Waagstein um at gera eina skitsu til húsið, ið skuldi vera í fimm hæddum og kosta 1,4 mió. kr. Petur í Gong fór undir byggingina seinna helming av sekstiárunum, og húsið var liðugt um 1970.

Fagnaðurin um húsið var stórur á aðalfundinum í 1971. Rópt varð hurrá fyri felagnum, og menn fegnaðust um, at felagið nú átti síni egnu hús.

Landsverkfrøðingurin leigaði seg inn í fleiri hæddir í nýggja húsinum, og seinni keypti felagið eisini ognina hjá Farodane niðan ímóti Bøkjarabrekku. Har stóð verandi bygningur liðugur í 2016.