Politisk umboðan

Politisk umboðan

Áarvegurin um aldarskiftið við løgtinginum í baksýni ovast

Havnar Arbeiðsmannafelag royndi frá fyrsta degi at fáa politiska ávirkan. Felagið stillaði longu upp til býráðsvalið í 1916 og fekk tveir mans valdar. Tað stillaði eisini upp til løgtingsvalið í 1924, men fekk onki umboð valt.

Politisku ambitiónirnar fingu kortini rættiligt flog í august 1925, tá sosialdemokratiski forsætismálaráðharrin, Thorvald Stauning, vitjaði í Føroyum og var á gátt hjá felagnum.

Maurentius Viðstein, skrivari í felagnum, greiddi Stauning frá, hvussu Havnar Arbeiðsmannafelag varð stovnað, og Stauning mælti til, at arbeiðsmenninir gjørdist politiskt virknir og stovnaðu landsfelag, so teir fingu meira megi.

Úrslitið gjørdist, at  Suðurstreymoyar Javnaðarfelag varð stovnað á skrivstovuni hjá Havnar Arbeiðsmannafelag í Tinganesi í september 1925. Maurentius Viðstein gjørdist formaður. Stutt eftir varð Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag stovnað á Tvøroyri við Peturi Mohr Dam sum oddamanni.

Í desember 1925 varð Føroya Arbeiðarafelag stovnað, og Maurentius Viðstein gjørdist formaður.

Í 1926 gingu Suðurstreymoyar Javnaðarfelag og Froðbiar Sóknar Javnaðarfelag so saman um at stovna Føroya Javnaðarflokk. Á løgtingsvalinum í 1928 fekk flokkurin sínar fyrstu limir valdar á ting – Maurentius Viðstein og Petur Mohr Dam.