Radikal andstøða

Radikal andstøða

Í sjeytiárunum fór eitt nýtt rák at gera um seg í Havnar Arbeiðsmannafelag. Vinstravenda blaðið Framin skrivaði, at tímalønirnar í Danmark vóru nógv hægri enn í Føroyum, og tað skuldi broytast.

Ein andstøðukjarni tók seg upp í felagnum, sum hevði Meginfelag Útróðaramanna og útróðrarverkfallið í 1975 sum fyrimynd. Tveir av teimum, sum vóru við í kjarnanum, vóru Hermann Oskarsson og Jóanes Nielsen.

Hermann skrivaði bókina “Lønin”, sum grundgav fyri, hví lønin var ov lág, og hví hetta skuldi broytast. Eitt av málunum hjá teimum radikalu var at sleppa framat 1. mai at bera fram síni sjónarmið, men tað sluppu teir ikki.

Tá hetta miseydnaðist, skrivaði Jóanes útileikin “Trælalív,” sum varð spældur á Vaglinum eftir 1. mai dags haldið hjá arbeiðsmannafelagnum í 1977. Aftaná fór ein reyð gonga út á Skansan at halda ein alternativan 1. mai, har kunngjørt varð, at arbeiðarafeløg skuldu gerast stríðsfeløg.

Teir radikalu royndu at fáa avgerandi ávirkan á Havnar Arbeiðsmannafelag í sambandi við nevndarval á aðalfundum, men tað eydnaðist ikki, og tí varð Carl Johansen sitandi sum formaður í 25 ár frá 1976 til 2001.