Fóru at hátíðarhalda 1. mai í 1962

Fóru at hátíðarhalda 1. mai í 1962

Í Havn hevur altjóða arbeiðaradagurin verið hátíðarhildin í nærum 60 ár. Á fundi 26. apríl í 1962 gjørdi nevndin í Havnar Arbeiðarafelag av, at dagurin skuldi hátíðarhaldast, og bað formannin, Andrew Ísheim, fara undir fyrireikingarnar.

Dagblaðið skrivaði undan haldinum, at “útifundur verður á Vaglinum, har stuttar røður verða hildnar.” Blaðið boðaði eisini frá, at altjóða arbeiðarasangurin fór at verða sungin. Hann hevði M. S. Viðstein føroyskað longu í 1915.

Nakrar dagar seinni tók Dagblaðið saman um hátíðarhaldið og greiddi frá, hvør hevði hildið røðu á Vaglinum, og at Havnar Hornorkestur hevði staðið fyri tónleikaliga innihaldinum.

Dagblaðið skrivaði, at Jóan Petur Davidsen, fyrsti formaður í Havnar Arbeiðarafelag, og M. S. Viðstein, fyrsti formaður í Føroya Arbeiðarafelag, hildu røður. Haraftrat røddu Erlendur Patursson og Andrea Árting. Andrew Ísheim skipaði fyri fundinum.

Løgið kann tykjast, at júst Dagblaðið gjørdi so nógv burtur úr haldinum, men tað komst av, at ein av blaðstjórunum har var gamli fakfelagsmaðurin, M. S. Viðstein, skrivar Helgi Eidesgaard í bókini um 100 ára søguna hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Nógv seinni mintist Andrew Ísheim, hvussu fyrsti formaðurin, Jóan Petur Davidsen, upprunaliga aftraði seg við at halda røðu 1. mai í 1962. Andrew Ísheim segði:

“Eg eygleiddi hann, sum hann stóð við húgvuni í hond og snaraði hana millum fingrarnar. Tá arbeiðaramarsjururin bleiv spældur, slerdi hann hælarnar saman og bretti sær á. Og knappliga helt hann niðan á talarastólin,” segði Andrew Ísheim.

Jóan Petur Davidsen tosaði um tíðina, tá felagið varð stovnað, og hvussu stóran týdning felagið hevði havt. Summir søgdu, at fyrsti formaðurin í felagnum yngdist 20 ár eftir hesa brandtaluna.

Árið eftir varð haldið uppafturtikið. Í 1963 hildu m.a. Andrea Árting og J. H. Rubeksen, fyrrverandi formaður í felagnum, røður. J. H. Rubeksen nevndi, at 25 ár vóru liðin, síðan altjóða arbeiðaradagurin á fyrsta sinni varð hildin í Havn. Hetta var í sambandi við sáttmálastríð í 1938.

J. H. Rubeksen tosaði m.a. um at tryggja arbeiðsleysum virðilig kor og segði seg vóna, at altjóða arbeiðaradagurin fór at verða hildin í býnum í alla framtíð. Higartil er ynski hansara uppfylt.