Tá Havnin fekk brimgarð

Tá Havnin fekk brimgarð

Havnarlagið í Havn verður í løtuni útbygt fyri 450 mió. kr. Grót verður áhaldandi siglt av Glyvursnesi til Skansabryggjuna, sum av álvara er farin at taka skap. Arbeiðstakari er J&K Petersen, og hjá fyritøkuni arbeiða nógvir limir hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Havnarútbyggingar hava verið í Havn í fleiri umførum. Ein útbygging var í 1920’unum, ein í 1950’unum og ein í 1970’unum. Við nýggjastu útbyggingini verða 100.000 fermetrar fingnir til vega aftrat, og tað verður stórt framstig í sambandi við farma- og ferðafólkasiglingina.

Fyri 100 árum var Havnin brimpláss, og uppgangurin var serliga stórur á landsynningi. Tí fór kommunan í 1920 undir at fyrireika fyrstu útbyggingina. Farið varð undir hana í 1922, og danska felagnum, Fibiger & Villefrance, varð litið upp í hendi at standa fyri arbeiðinum.

Fleiri av teimum, sum fóru til verka fyri felagið, vóru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, men arbeiðið var ikki meira enn farið í gongd, so tók stríð seg upp um lønina millum Havnar Arbeiðsmannafelag og arbeiðstakaran.

Danska felagið vildi bara gjalda arbeiðsmonnunum 1,12 um tíman 10 tímar um dagin, og vildi Havnar Arbeiðsmannafelag ikki góðtaka treytirnar, fór Fibiger & Villefrance at seta arbeiðsmenn av bygd ella arbeiðsmenn úr Danmark í staðin.

Havnar Arbeiðsmannafelag gjørdi av at spyrja í Danmark, hvussu nógv varð latið fyri tílíkt arbeiði har. Úr Danmark frættist nakrar dagar seinni, at har varð 1,46 kr. latin um tíman fyri sama slag arbeiði sum í Havn.

Tá nevndin boðaði limunum frá hesum, vóru teir ikki mjúkir at strúka, tí teir hildu, at Fibiger & Villefrance hevði roynt at lumpað teir. Teir fóru tí í verkfall. Verkfallið var rokaligt, og 4-5 mánaðir gingu, áðrenn tað loksins varð avblást.

So rokaligt hevur ikki verið í sambandi við verandi havnarútbygging. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur avtalu við J&K Petersen um viðurskiftini hjá arbeiðsmonnunum, og higartil hevur samstarvið riggað væl.