1 mai dagshald í Vágsbotni

1 mai dagshald í Vágsbotni

Havnar Arbeiðarafelag skipar aftur í ár fyri 1 mai dagshaldi.

Haldið byrjar kl 16 í Vágsbotni.

Røðarar í ár verða Marianna S. Hansen lærlingur, Kári Johansen býráðslimur og Jóanes Nielsen rithøvundur.

Havnar Hornorkestur og Hinumegin Ringvegin Trio spæla í samband við haldið.

Tórshavnar KFUK selja vafflir, kaffi og te.

Tulkatænasta luttekur við tulki.

Økið verður stongt fyri ferðslu! 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!