1 maidagshald

1 maidagshald
1. mai savnar verkafólk í Vágsbotni
Aftur í ár skipar Havnar Arbeiðarafelag fyri 1. maidagshaldi í Vágsbotni.
Aftur í ár er hetta eitt høvi hjá verkafólki, og teimum, ið leggja í viðurskiftini hjá verkafólki, at savnast til røður, skrúðgongu, hornblástur, mergjaðan tónleik og góða samveru við samsint.
Í ár eru tað Paul Kjartan Matras, goymslumaður, Heðin Mortensen, býráðspolitikari og nýggja forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Elin Kamilla Sørensen, ið halda røður.
Eyðun Nolsøe kemur við sínum gittara og lagaskjáttu, ið er á tremur við nøkrum av bestu føroysku løgunum yvirhøvir, og Havnar Hornokestur tryggjar, at øll vita, at hetta er fyrsti mai.
Eftir løtuna í Vágsbotni verður kaffi í Reinsarínum.
Nú samráðingar eru á privata arbeiðsmarknaðinum, er hetta somuleiðis eitt gylt høvi hjá verkafólki at hittast og standa saman.
Seinastu samráðingar endaðu sum øllum kunnugt í einum verkfalli, ið vísti okkum øllum, týdningin av verkafólki, og hvussu stóran leiklut tey hava í okkara gerandisdegi.
Tá verkafólk standa saman er samlaða styrkin nóg stór, til at hon kann skapa broytingar. Hvønn fyrsta mai, savnast vit fyri at minna okkum sjálvi á hetta.