Álitisfólkaskeið

Álitisfólkaskeið

Til Álitisfólk felagsins.

Skeið fyri álitisfólkið og varaálitisfólkið verður í hølum felagsins á Tinghúsvegnum 7 tann 14.mai frá kl 9 til 16.

Páll Nielsen adv. luttekur á skeiðnum.

Evnini verða:

  • Hvussu er støðan hjá arbeiðsfólkum, tá tey søkja starv?
  • Hvussu er støðan hjá arbeiðsfólkum, um tey verða søgd úr starvi ella verða burturvíst?
  • Hvussu er støðan hjá arbeiðsfólkum, um tey gerast sjúk?
  • Hvør er munurin á rættindinum hjá arbeiðsfólkum í mun til rættindini hjá álitilfólkum og trygdarumboðum?

Tilmelding fer fram við at ringja á skrivstovuna, á tlf 312106, gerandisdagar millum kl 10 og 16.

Áftaná arbeiðsíð kann ringjast til formannin á tlf. 517103

Seinasta freist fyri at boðað frá luttøku er 12.mai.