Altjóða arbeiðaradagur

Altjóða arbeiðaradagur

Í dag 1 mai er altjóða arbeiðaradagur.

!!!Minnist til at 1 mai er heilur frídagur. Verður arbeitt hevur tú rætt til dupulta løn so leingið halgan varar!!!


Í ár hátíðarhalda vit dagin í vágsbotni kl 16.

Vit gleða okkum til áhugaverdar røður frá Hera Reynheim, formanni í Havnar Arbeiðarafelag, Georg F Hansen, formanni í Føroya Arbeiðarafelag, Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD felagnum og Jógvan Fríðriksson, Bispi

Eisini spæla Hornorkestri og Vágaverk 

Tulkatænasta verður við

KFUK selja vafflir, te/kaffi og annað leskiligt

Vegurin verður avbyrgdur, soleiðis at løtan kann njótast uttan ferðslu

Øll eru hjartaliga vælkomin

góðan 1 mai