Til limirnar
Á aðalfundinum 4 mars 2023 er formansval og nevndarval á skránni.
Formansval
Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til formansvalevni vera nevndini skrivliga í hendi áðrenn kl 12 seinasta vanliga arbeiðsdag í desember 2022 árið fyri at formaður stendur fyri vali.
Saman við uppskotinum til formansval skal vera váttan frá viðkomandi at hann seinastu 6 mánaðirnar hevur verið í arbeiði innan sáttmálaøki felagsins, hevur verið virkin limur í felagnum og vil lata seg stilla upp, umframt váttan frá 15 stillarum, sum skrivliga vátta, at teir stiðja viðkomandi til formansvalevni. Stillarnir skulu uppfylla treytirnar í grein 12 fyri at hava atkvøðurætt.
Nevndarval
Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til nevndarvalevni vera nevndini skrivliga í hendi áðrenn kl 12 seinasta vanliga arbeiðsdag í desember 2022 árið fyri at nevndarlimur stendur fyri vali. Saman við uppskotinum skal verða váttan frá viðkomandi at hann seinastu 6 mánaðirnar hevur verið í arbeiði innan sáttmálaøki felagsins, hevur verið virkin limir í felagnum og at hann vil lata seg stilla upp.
Skráin fyri aðalfundin verður lýst seinri.
Nevndin