Hví tvíheldur Føroya Arbeiðsgevarafelag um at gera mismun á fólki

Hví tvíheldur Føroya Arbeiðsgevarafelag um at gera mismun á fólki

Arbeiðsgevarafelagið sigur, at broytingarnar í dagpeningaskipanini fara at raka tey starvsfólk, ið vegna sjúku, kunnu hava torført við at klára seg á arbeiðsmarknaðinum. Hetta kann illa skiljast sum annað enn ein óbeinleiðis hóttan móti vanligum verkafólki.

 

Arbeiðsgevaragoldnir sjúkradagar eru als ikki ókendir - hvørki í grannalondunum, ella her heima.

Sum umboð fyri meginpartin av vinnuvirkjum á privata arbeiðsmarknaðinum, tykist mótmælið tí vera sera óhóskandi. Arbeiðsgevarar hava í meira enn 60 ár goldið løn undir sjúkrafráveru til stóran part av sínum starvsfólki - ikki bert fyri fyrstu 7 dagarnar, men eisini longur enn tað.

Tað er ásett í starvsmannalógini, at tey, sum eru fevnd av hesi lóg, hava rætt til fulla løn (og ikki bert dagpening) frá arbeiðsgevaranum í sambandi við sjúkrafráveru. Henda lóg er galdandi m.a. fyri tey sum arbeiða á skrivstovum, í handlum, í peningastovnunum, hjá Føroya Tele, Posta, skrivstovufólk hjá SEV og IRF, umframt starvsfólk á dagstovnum, og á nógvum øðrum arbeiðsplássum.

Tá FAG í yvirskrift teirra setir spurningin um fólk við nógvum sjúkradøgum skulu trýstast út av arbeiðsmarknaðinum, so er hetta enn eitt dømi um, at arbeiðsgevarafelagið, vil tryggja, at tey ikki at gjalda eina einasta krónu ov nógv til vanlig verkafólk.

Hví skal ein lóg, sum áleggur arbeiðsgevarum at gjalda sjúkradagpening í mesta lagi 7 dagar, gera, at arbeiðsgevarar fara at siga fólk úr starvi?

Reglurnar í starvsmannalógini, áleggja longu nøkrum arbeiðsgevaranum at gjalda fulla løn undir sjúku til onnur starvsfólk, í bæði 20, 30 ella t.d. 40 dagar, uttan at hetta hevur ført við sær, at fólk í stórum tali eru uppsøgd.

Arbeiðsgevaragoldnir sjúkradagar í teimum ymsu norðurlondunum eru í dag úr 10 til 30 dagar, meðan vit í Føroyum, sambært dagpeningalógini, einans hava endurgjald uppá 2 dagar frá arbeiðsgevarum.

FAG eigur ikki at royna at forða fyri at hesin mismunur verður beindur av vegnum á føroyska arbeiðsmarknaðinum

Vit halda, at skilabesta loysnin hevði verið, at allir løntakarar høvdu havt somu rættindi í samband við sjúku. Hetta kundi eitt nú verið við eini løntakaralóg, sum gav øllum starvsfólkum rætt til løn undir sjúku í ávíst dagatal.

Tí er hetta uppskotið ein evarska lítil roynd at tryggja teimum, sum frammanundan eru ringast fyri starvsrættarliga, ein lítlan bata í sambandi við rættindi teirra mótvegis arbeiðsgevarunum.

Vit halda tí ikki at tað er tekin um virðing fyri vanligum tímaløntum fólki, at FAG roynir at forða Landsstýrinum í at fremja ætlan teirra.

Tað hevði klætt FAG betri, ikki at viðgjørt hetta uppskot í fjølmiðlunum. Ikki uttan at tað í minsta lagi samstundis verður gjørt greitt, at FAG - uttan mótmæli - hevur góðkent, at stórur partur av føroysku løntakarafjøldini í nógv áratíggir hevur fingið fulla løn undir sjúku.

Tórshavn 06.11.2023

Havnar Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag