Limagjaldið lækkað-lønin hækkað

Limagjaldið lækkað-lønin hækkað

Limagjald

Á seinasta aðalfundi avgjørdi felagið, at lívstryggingargjaldið á 1,5% verður ein partur av eftirlønargjaldinum.

Frá 1. mai 2023 skal arbeiðsgevarin ikki flyta 1,5% av lønini hjá limum felagsins til lívstrygging.

Arbeiðsgevarin skal tó frammhaldandi  flyta limagjaldið á 2,5% av lønini, eins og áður.

Hettar merkir, at frá 1. mai 2023 lækkar limagjaldið úr 4% niður í 2,5%

Eftirlønargjaldið skal, sambært grein 24, stk. 3, flytast til eftirlønarskipanina hjá Havnar Arbeiðarafelag konto 9870-990.557.0, soleiðis at limir ikki detta úr lívstrygginharskipan felagsins.

Grundlønin hækkar

Lønin hækkar 1. mai 2023 við 3,34%.

Grundlønin 1 mai er kr 144,99

Eftirlønin hækkar 1. mai 2023 til 11,2%

Lønartalvur og sáttmálar eru dagførd.