Lønarhækkanin hjá føroyska arbeiðsfólkinum er ikki nøktandi

Lønarhækkanin hjá føroyska arbeiðsfólkinum er ikki nøktandi

Sum fjølmiðlarnir hava upplýst, so skrivaðu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið í farnu viku undir semingsuppskot, har lønarhækkingin yvir 2 ár er 3,5 %, íroknað 1 % eftirløn.

Vit mugu tíverri ásanna at hetta er ein væl minni lønarhækkan enn vit høvdu væntað, og nógv minni enn vit høvdu kravt í sáttmálakrøvum okkara.

Fyri okkum í Havnar Arbeiðarafelag var semingsuppskotið als ikki nøktandi, og vit vóru til reiðar at fara víðari í stríðnum fyri at fáa eina størri lønarhækkan, men tíverri gjørdu umstøðurnar tað ómøguligt hjá okkum at taka onnur stig fyri at koma á mál við krøvum okkara, og hetta harmast við sjálvsagt um.

Vit máttu tíverri staðfesta, at vit vildu staðið einsamallir, um verkfall skuldi lýsast, og hildu ikki at tað vildi verið ráðiligt, at bert Havnin varð løgd lamin í stríðnum fyri hægri løn til føroysku arbeiðarafjøldina.