Nevndarvallýsing

Nevndarvallýsing

Á aðalfundinum 9 mars 2019 er formansval og nevndarval á skránni.

Sambært grein 22 í lóg felagsins skulu uppskot til formansvalevni vera nevndini í hendi áðrenn 1.januar 2019. Saman við uppskotinum skal vera váttan frá viðkomandi at hesin vil lata seg stilla upp, umframt váttan frá 15 stillarum, sum skrivliga vátta, at teir stiðja viðkomandi til formansvalevni. Stillararnir skulu uppfylla treytirnar i § 12 fyri at hava atkvøðurætt.

 Uppskot til nevndarvalevni skulu vera nevndini í hendi áðrenn 1.februar 2019. Saman við uppskotinum skal vera váttan frá viðkomandi, at hann vil lata seg stilla upp.

Skráin fyri aðalfundin verður lýst seinni.