Svar til stjóran í Vinnuhúsinum

Svar til stjóran í Vinnuhúsinum

Nei, Niels Winther, føroysk verkafólk arbeiða ikki 37 tímar, sum tú bar fram í tíni viðmerking til forkvinnuna í Fíggjarnevndini og Løgmann. Okkara arbeiðsvika er 40 tímar um vikuna.

40 tíma arbeiðsvikan er staðfest í sáttmála okkara millum og verður staðfest hvørja viku á arbeiðsplássum har verkafólk arbeiða.

Teir flestu av okkum møta kl. 8.00 og arbeiða til kl. 16.00 ella 17.00. Rætt er at, vit hava stuttar kaffi- og matarsteðgir, hesir eru á arbeiðsplássinum í arbeiðsklæðum og aloftast í skiftum, soleiðis at framleiðslan ikki steðgar, men koyrur í samfullar 8 tímar, til gagns fyri arbeiðsgevaran.

Hesir steðgir stytta ikki arbeiðsvikuna, hetta eru høvi at sløkkja tosta og svongd, og løða battaríini, soleiðis at orka er til at arbeiða víðari við fullari megi eftir steðgin.

At drekka kaffi og vera saman við starvsfeløgum eina løtu, er mennandi fyri trivnaðin og munagott fyri alt arbeiðsplássið, hetta er arbeiðstíð, hetta er ikki tíð við hús.

So, lat tað vera staðfest, føroysk verkafólk hava 40 tímars arbeiðsviku.

Heri Reynheim formaður