Verkafólk úr Norðurlondum á ársfundi

Verkafólk úr Norðurlondum á ársfundi
Verkafólk luttóku í síðstu viku á ársfundinum í  norðurlendsku flutningsarbeiðara samgonguni, NTF í Malmø. Heri Reynheim úr Havnar Arbeiðarafelag og Elin Kamilla Sørensen og Monika Nolsøe Johannesen úr Føroya Arbeiðarafelag umboða føroysk verkafólk á fundinum.
Ársfundirnir eru týdningarmikil høvi hjá norðurlendsku feløgunum, at deila vitan og royndir. Somuleiðis styrkir hetta samstarvið millum feløgini yvir landamørk.
Í ár fevnir skráin m.a. um :
  • Limarøkt og á rekruttering av nýggjum limum.
  • Sálarligt arbeiðsumhvørvi.
  • Styrkir, veikleikar, hóttanir og møguleikar í vitlíki
Eisini eru bólkafundir innan serøkini, her luttaka Verkafólk á fundunum innan havnir og bryggjur, vøruhús og logistikk, umframt flogvallir og flogferðslu.
NTF fevnir um starvsfólk í flutningsvinnuni í breiðastu merking, eitt nú innan økini flogferðslu, vegaflutning, havnir og bryggjur, jarnbreytir, almennan flutning, sjófólk og fiskivinnu, vørugoymslu og flutningslogistikk, tilsamans er talan um yvir 340.000 limir í flest øllum Norðurlondum, ið er har, ið næstan allur okkara flutningur fer og kemur umvegis.
Við limskapinum í NTF er Verkafólk ikki bert eitt fakfelag, ið virkar í Føroyum, men partur av eini stórari norðurlendskari eind.