Limaskapur

Hesar síður eru eitt yvirlit yvir nakrar av teimum grundleggjandi rættindunum hjá tær sum limi í Havnar Arbeiðarafelag.

Her kanst tú m.a. lesa um sáttmálar, limagjald, eftirløn, frítíðarløn, trygging og pensjón.

Nógv er at hava í huga, tá tú ert í starvi ella kanska missir starvið, og felagið roynir her at svara flestu spurningunum. Eru ivamál, ert tú vælkomin at venda tær til skrivstovuna.

Felagið strembar allatíðina eftir at verja vunnin rættindi og bøta um korini hjá arbeiðsfólki. Hetta verður gjørt bæði í samráðingum og dagliga virkseminum.