BetriPensjón

Í BetriPensjón verður samansparingin rentað við marknaðarrentu. Hagtøl vísa, at í longdini loysir seg at seta samansparingina í virðisbrøv.

Havnar Arbeiðarafelag hevur saman við BetriPensjón gjørt eina íløguætlan, har lutfallið millum íløgur í partabrøv og lánsbrøv er treytað av aldri og váðafýsni.

Í høvuðsheitum sveiggja partabrøvini mest í virði. Lánsbrøvini tryggja harafturímóti støðugleika.

Í byrjanini verður størri partur av samansparingini settur í partabrøv. Sum tú eldist, og samansparda upphæddin veksur, verður váðin minkaður við at seta lutfalsliga størri part í lánsbrøv.

Allir limir í Havnar Arbeiðsmannafelag eru sjálvvirkandi settir í íløgubólkin “Varið váðastøði.”

Nøktar “Varið váðastøði” ikki tín tørv, hevur tú møguleika at velja millum hesar íløgubólkar:

  • Bert lánsbrøv
  • Varið váðastøði – sjálvvirkandi, um ikki annað er valt
  • Lágt váðastøði
  • Miðal váðastøði
  • Høgt váðastøði
  • Bert partabrøv

Vilt tú broyta títt váðastøði, kanst tú venda sær til BetriPensjón, har tú skalt fylla út oyðublaðið ”Íløguavtala”.

Hesi eru váðastøðini