Eftirløn

Arbeiðsgevarans partur er 11,2% afturat sáttmálalønini. Hettar  skal gjaldast í eftirlønargrunn. Gjaldið skal flytast sum A-inntøka á konto 9870-990.557.0.

Skipanin er galdandi fyri øll, sum arbeiða á sáttmálaøkinum hjá Havnar Arbeiðarafelag.

Eftirlønargjald til pensjónistar
Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum eru samdir um, at tey, sum hava rokkið fólkapensjónsaldur, fáa í staðin upphæddina til eftirløn útgoldna sum løn.

Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, so útreiðslan hjá arbeiðsgevaranum verður óbroytt.

Frá 1. januar 2018 verða sostatt 8,58% løgd oman á lønina hjá tímaløntum og 9,43% omaná hjá teimum, sum halda feriu við løn.

Tann 1. august 2020 hækkar eftirlønin til 11%, og tá verða 9,40 % løgd omaná lønina hjá tímaløntum og 10,32 % løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.