1. mai, jólaaftan, nýggjársaftan og Ólavsøkuaftan eru heilir frídagar.
Flaggdagur, páskaaftan og hvítusunnuaftan eru hálvir frídagar.
Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, ólavsøkuaftan og eftir kl 12
hesar dagar, verður lønt við dupultari løn, so leingi halgan varar.
Tó verður arbeiði eftir kl 13.00 jólaaftan lønt við dupultari sunnu- og halgidagsløn.
Sambært lóg nr. 353, 7. august 1922 er grundlógardagur hálvur frídagur.
Umframt hesar hevur løntakari rætt til 5 frídagar uttan løn. Arbeiðsgevarin ásetir í
samráð við løntakaran, nær hesir frídagar skulu takast.