Rættindi

Limir í Havnar Arbeiðarafelag hava alskyns rættindi, sum eru vunnin við samráðingum og verkføllum í meira enn 100 ár. Her verða tíni rættindi lýst.

Hvørji eru míni sáttmálarættindi?

Sum limur í Havnar Arbeiðarafelag fært tú lut í teimum sáttmálum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur við arbeiðsgevararnar. Vit hava ein høvuðssáttmála og fleiri sersáttmálar fyri ymisk arbeiðsøki.

Í sáttmálanum eru ásett rættindi í sambandi við løn, arbeiðstíð, aldursviðbót, viðbøtur av ymiskum slag, yvirtíð, trygging, eftirløn, álitismannaskipan og frítíð. Eisini skulu arbeiðsfólk hava setanarbræv, sum útgreinar starvsviðurskiftini.

Arbeiðstíðin er vanliga millum 8.00 og 17.00, og døgurðatímin er 1 tíma. Arbeiðir tú í døgurðatímanum, skalt tú hava dupulta løn fyri hetta. Í arbeiðstíðini hevur tú eisini rætt til ein kaffisteðg fyrrapart og ein seinnapart. Arbeiðsgevarin skal tryggja sømilig kor í mun til arbeiðsumhvørvi, og arbeiðsfólk hava rætt at velja sær bæði trygdarumboð og álitisfólk.

Nær havi eg rætt til setanarskriv?

Tá tú fert í nýtt starv, sum varar meir enn 1 mánað, og sum í meðal er meir enn 8 tímar um vikuna, skalt tú minnast til at fáa setanarskriv frá arbeiðsgevaranum.

Setanarskrivið skal upplýsa:

  • Navn og bústað arbeiðsgevarans og løntakarans
  • Nær starvssetanin byrjar, og hvussu leingi setanin varar, um hon ikki er óavmarkað
  • Starvsstaðið
  • Arbeiðstíð
  • Starvsøki
  • Starvsaldur
  • Galdandi sáttmála
  • Hvørjum felag tú ert í
  • Løn, ískoyti - herundir eisini eftirløn, trygging o. t.
  • Nær løn verður útgoldin
  • Rætt løntakarans viðvíkjandi rindaðari frítíð
  • Longd á uppsøgnarfreistum
  • Møguligar aðrar avtalur í sambandi við starvssetanina

Arbeiðsgevarin hevur sambært lóg skyldu til at geva tær setanarskriv, sum lýsir omanfyrinevndu viðurskifti. Kortini eru nógv, ið ikki fáa setanarskriv.

Hevur tú arbeitt uttan setanarskriv, kanst tú biðja arbeiðsgevaran um setanarskriv. Hetta eigur tú at gera, sama hvussu leingi tú hevur verið hjá arbeiðsgevaranum.

Eru trupulleikar við at fáa setanarskriv, kanst tú venda tær til álitisfólkið á arbeiðsplássinum, sum kann taka málið upp við leiðsluna. Til ber eisini altíð hjá tær at venda tær til títt felagið.

Skulu vit hava álitisfólk og trivnaðarumboð?

Hvørt arbeiðspláss, sum hevur 3 ella fleiri starvsfólk, skal velja álitisfólk, sum er umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Álitisfólkini skulu hava kunning um serligar broytingar á arbeiðsplássinum. Álitisfólkið er partur av eini álitismannaskipan og hevur serliga verju mótvegis uppsøgn. Á arbeiðsplássunum við meira enn 20 starvsfólkum, skulu trivnaðarumboð eisini veljast.

Havnar Arbeiðarafelag miðar eftir, at øll álitisfólk skulu ígjøgnum eina útbúgving fyri álitisfólk og nevndarlimir.

Hvat er uppsagnarfreistin?

Uppsagnarfreistin er knýtt at starvstíðini. Fyri tímalønt arbeiði er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara:

  • Undir 6 mánaða starvstíð 5 arbeiðsdagar
  • yvir  6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar
  • Omanfyri 1 ára starvstíð 10 arbeiðsdagar
  • omanfyri 2 ára starvstíð 15 arbeiðsdagar
  • omanfyri 3 ára starvstíð 20 arbeiðsdagar
  • Omanfyri 5 ára starvstíð 25 arbeiðsdagar

Sigur ein arbeiðari upp, sum hevur starvast meir enn tríggjar mánaðir, er uppsagnarfreistin fimm arbeiðsdagar, og hevur viðkomandi starvast meir enn seks mánaðir, er uppsagnarfreistin sjey arbeiðsdagar. Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Um tú hevur starvast í minst níggju mánaðir hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til at fáa skrivliga grundgeving fyri uppsøgnini, um tú biður um tað.

Uppsagnartíð fyri fastlønt

  • Er starvstíðin upp í eitt hálvt ár, er uppsagnarfreistin ein mánaði til ein 1. í mánaðinum
  • Er starvstíðin seks mánaðir til tvey ár, er uppsagnartíðin tveir mánaðir til ein 1. í mánaðinum
  • Er starvstíðin omanfyri tvey ár, er uppsagnarfreistin tríggjar mánaðir til ein 1. í mánaðinum
  • Er starvstíðin omanfyri fimm ár, er uppsagnarfreistin fýra mánaðir til ein 1. í mánaðinum

Fyri arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin ein mánaði til ein 1. í mánaðinum.

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

Um tú hevur starvast í minst níggju mánaðir hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til at fáa skrivliga grundgeving fyri uppsøgnini, um tú biður um tað.

Fái eg løn um eg gerist sjúkur?

Gerst tú sjúkur, er gjørligt at fáa dagpening úr sjúkradgapeningaskipanini hjá Almannaverkinum. Útgjaldið er 100% av tíni arbeiðsinntøku, tó í mesta lagi ein upphædd sum svarar til 80% av eini arbeiðaraløn. Veitingin verður vanliga roknað út frá meðalinntøkuni farnu fimm vikurnar undan sjúkrameldingini. Dagupphæddin er kr 1.159,92 + 12% í frítíðarískoyti.

Er eitt arbeiðsfólk fyri eini arbeiðsvanlukku og má sjúkrameldast, ber eisini til at fáa stuðul úr sjúkradagpeningaskipanini, og útgjaldið er tað sama sum tað omanfyrinevnda. Haraftrat rindar felagið 10% og arbeiðsgevarin 10% upp í 10 dagar.

Fái eg løn, um børnini gerast sjúk?

Um barn títt er so óheppið at gerast sjúkt, er gjørligt hjá tær - um tú ert heima hjá barninum - at fáa dagpening fyri barnsins 1. og 2. sjúkradag, um barnið er undir 14 ár.

Til ber tilsamans at fáa fyri 10 sjúkradagar hjá barninum um árið, um treytirnar annars eru loknar. Tær nýtist ikki at hava læknaváttan, men eina váttan frá arbeiðsgevara, sum váttar fráveru og inntøkumiss.

Sjúkradagpeningurin er 100% av lønini, tó í mesta lagi 80% av eini arbeiðarainntøku. Dagupphæddin er kr  1.159,92 + 12% í frítíðarískoyti

Fáa øll í Havnar Arbeiðarafelag eftirløn?

Fyri felagið er tað týdningarmikið, at livistøðið hjá limunum ikki fellur, tí teir vegna aldur fara av arbeiðsmarknaðinum. Tí er neyðugt við eini góðari eftirlønarskipan, sum kemur aftrat Samhaldsfasta og pensjónini frá tí almenna.

Havnar Arbeiðarafelag hevur leingi havt eina eftirlønarskipan fyri limirnar. Hetta er ein lívrentuskipan, sum merkir, at tá ið tú gerst 67 ár, fært tú útgoldið eina mánaðarliga upphædd restina av lívinum. Støddin á upphæddini veldst um, hvussu nógv tú hevur goldið inn í arbeiðslívinum. Eftirlønargjaldið, sum arbeiðsgevarin rindar, er 11,2%.

Eri eg tryggjaður?

Um illa vil til, so ert tú sum virkin limur í Havnar Arbeiðarafelag tryggaður við deyða, ávísari hættisligari sjúku, ella um børn undir 18 ár fáa ávísa hættisliga sjúku. Aftrat hesum hava limir rætt til eitt lokaútgjald, treytað av virknum limaskapi í felagnum í minst 10 ár út í eitt við 67 ára aldur.

Trygging

Slag av trygging

Upphæddir frá 1 mai 2023

Við deyða

500.000 kr

Við hættusligari sjúku

125.000 kr

Við hættusligari sjúku hjá barni

125.000  kr

Lokaupphædd

100.000 kr


Nær hava vit rætt til eftirsituløn?

Um illa vil til, og limur hjá Havnar Arbeiðarafelag doyr, sum í minsta lagi hevur starvast í 1 ár hjá verandi arbeiðsgevara, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og tríggjar mánaðir fram.

Hvønn rætt havi eg til starvsaldur?

Tú hevur rætt til at fáa eina viðbót fyri starvsaldur, tá tú hevur arbeitt innan sama øki í trý ár. Havnar Arbeiðarafelag hevur starvsaldursviðbøtur fyri 2,4,6,8,10 og 11 ár.

Um tú skiftir frá einum arbeiðsplássi til eitt nýtt arbeiðspláss, flytir tú starvsaldurin við tær, um talan er um sama øki. Bið tín fyrrverandi arbeiðsgevara um eina váttan, tá tú skiftir arbeiðspláss. Hana hevur arbeiðsgevarin skyldu til at útflýggja tær.

Skiftir tú t.d. frá einum laksavirki til eitt flakavirki ella uppisjóvarvirki, fylgir starvstíðin í fyrra arbeiðnum við tær. Skiftir tú hinvegin arbeiðsøki og fert frá t.d. at arbeiða við jørð og betong til eitt ídnaðarvirki ella skiftir frá fiskivinnuni til at vera bussførari, so fylgir starvsaldurin ikki við, tí talan er um nýtt starvsøki, har tú ikki hevur royndirnar við tær. Starvsaldurin fylgir eisini við, um tú tekur ein steðg frá arbeiðnum og byrjar aftur, um steðgurin er minni enn sjey ár.

Hvørji rættindi havi eg í sambandi við frítíð og frítíðarløn?

Sum løntakari hevur tú lógartryggjað krav upp á frítíðarløn av allari løn, tú fært. Frítíðarlønin er antin 12% omaná lønina, og tú heldur frí uttan løn, ella er hon eitt frítíðarískoyti á 1,5% oman á lønina, og tú hevur rætt til frí við løn. Hetta seinna er bert galdandi fyri fastlønt.

Øll hava rætt til fimm vikur summarfrí, sum skal haldast í tíðarskeiðnum millum 1. mai og 1. oktober. Nær tú heldur frí, verður ásett í samráð við arbeiðsgevaran. Tú hevur ikki krav uppá at halda frí eitt ávíst tíðarskeið, men tú hevur rætt til fýra vikur samanhangandi frítíð í tíðarskeiðnum mai-oktober.

Arbeiðsgevarin ásetir, nær frítíðin skal haldast, og sambært lógini skal hetta gerast í samráð við løntakaran. Ger arbeiðsgevarin av, at tú skalt halda frí eitt ávíst tíðarskeið, skalt tú hava hetta at vita í góðari tíð frammanundan, tvs. vanliga ikki seinni enn 2-3 mánaðar, áðrenn tú skal í summarfrí.

Hóast tú hevur verið styttri enn eitt ár hjá einum arbeiðsgevara, hevur tú rætt til nevndu frítíð, men frítíðarlønin verður vunnin fyri eitt ár í senn, tvs. um tú hevur arbeitt í t.d. ½ ár, so fær tú frítíðarløn, sum svarar til 12% av hesari løn. Innvinningarárið er vanliga frá 1. apríl til 31. mars, men tú kanst avtala við arbeiðsgevara tín, at innvinningarárið í staðin er álmunakkaárið.

Gerst tú sjúkur, beint áðrenn tú skalt í summarfrí, og ert sjúkur nakrar dagar inn í tína frítíð, telja sjúkradagarnir ikki sum frídagar. So mást tú gera avtalu við arbeiðsgevaran, nær tú heldur teir dagarnar.

Vanligt er at leggja teir aftrat endanum av teimum frammanundan avtalaðu frídøgunum, so tú heldur frí tað skeiðið, tit hava avtalað. Ert tú somikið óheppin at gerast sjúkur, eftir at frítíðin er byrjað, hevur tú ikki rætt til at fáa eyka frídagar í tíðarskeiðnum, tú ert sjúkur uttan so, at arbeiðsgevarin góðtekur at lata tær eyka frídagar fyri sjúkradagar tínar.

Ein arbeiðsgevari kann ikki krevja, at tú kemur til arbeiðis í tíni frítíð. Um løntakarin verður sagdur úr starvi, og uppsagnarfreistin ikki er úti 1. mai, skulu 4 vikur leggjast aftrat uppsagnarfreistini, tí sambært lógini skal uppsagnarfreistin ikki styttast við, at frítíðin verður løgd í uppsagnarfreistin.

Hvussu er við arbeiðsumhvørvinum, og um eg fái ein arbeiðsskaða?

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er skipaður við sáttmálum, lógum og kunngerðum. Á arbeiðsmarknaðinum eru til dømis rættindi í sambandi við arbeiðsumhvørvi, arbeiðsskaða, sjúku, arbeiðsloysi, frítíðarløn og barnsburðarfarloyvi.

Lógin um arbeiðsumhvørvi ger greitt, at tú hevur rætt til eitt trygt og heilsugott arbeiðspláss. Ert tú fyri eini arbeiðsvanlukku, mást tú tryggja tær, at arbeiðsgevarin meldar tilburðin til Arbeiðseftirlitið, sum kannar, um reglurnar í arbeiðsumhvørvislógini eru hildnar.

Øll arbeiðsfólk eru tryggjað mótvegis arbeiðsskaða. Ert tú fyri einum vanlukkutilburði á arbeiðsplássinum, er sera týdningarmikið at tryggja sær, at skaðatilburðurin eisini verður fráboðaður Føroya Vanlukkutryggingarráð innan eitt ár. Tryggingin tekur ikki við, um fráboðanin kemur inn seinni enn 1 ár eftir skaðan. Vanlukkutryggingarráðið viðgerð, um skaðatilburðurin er fevndur av tryggingini.

Set teg endiliga í samband við felagið, sum kann hjálpa og ráðgeva, um tú hevur verið fyri einum arbeiðsvanlukkutilburði. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur gjøgnum árini hjálpt hópin av limum, sum eru komnir illa fyri.

Hvat er ein vinnusjúku, og hvønn rætt havi eg?

Ein vinnusjúka er sjúka, sum kemur av arbeiðnum ella arbeiðsumstøðunum. Tú kanst arbeiða undir ringum umstøðum í longri tíð, áðrenn tú gerst varugur við, hvørja heilsuliga ávirkan hetta hevur á teg.

Vinnusjúkur kunnu vera hoyriskaðar, ryggtrupulleikar, lyftiskaðar o.s.fr. Sjófólk, flakafólk, vaskifólk og onnur, sum hava likamliga tung arbeiði, fáa oftari vinnusjúku.

Ein vinnusjúka er ikki tað sama sum arbeiðsskaði, sum er ein vanlukka, sum hendir á arbeiðsplássinum. Ein vinnusjúku kemur ofta so líðandi. Ert tú í iva, um tú hevur eina vinnusjúku, so kanst tú seta teg í samband við felagið ella við vinnusjúkugrunnin – sí eisini www.vsg.fo   Havnar Arbeiðrafelag hjálpir limum við at fáa endurgjald fyri vinnusjúku.

Skulu vit hava trygdarumboð á arbeiðsplássinum?

Á øllum arbeiðsplássum, har 10 fólk ella fleiri arbeiða, skal trygdarumboð veljast, hvørs uppgáva er at vera umboðið hjá arbeiðsfólkinum. Er arbeiðsplássið oman fyri 20 fólk, skal ein trygdarnevnd setast.

Trygdarumboð eins og álitisfólk hava serliga verju mótvegis uppsøgn. Sí nærri upplýsingar í lógini um arbeiðsumhvørvi. Til ber at venda sær til Arbeiðseftirlitið sí www.arb.fo

Hvat um eg gerist arbeiðsleys/ur?

Um tú gerst arbeiðsleysur, hevur tú rætt til at fáa pening úr ALS. Arbeiðsloysisstuðulin verður roknaður eftir A-inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar, áðrenn arbeiðsloysið varð staðfest. Mesta útgjaldið er 75% av móttiknu A-inntøkuni, tó í mesta lagi 17.500 kr. um mánaðin. Útrokningargrundarlagið broytist ikki, so leingi tú ert inni í skipanini.Arbeiðir tú á fiskavirki, sum er í fiskavirkisskipanini hjá ALS, kanst tú søkja um arbeiðsloysisstuðul sum arbeiðsleysur á fiskavirki, um einki arbeiði er. Hetta gert tú við at fylla út eina umsókn, sum tú fært frá ALS ella frá fiskavirkinum. Virkið váttar setanartilknýtið. Nærri upplýsingar um treytir og umsóknarbløð fáast við at venda sær til Arbeiðsloysisskipanina. Sí eisini www.als.fo

Hvat geri eg, um eg eri fyri mismuni vegna kyn?

í javnstøðulógini er ásett, at bannað er at gera mismun á fólki vegna kyn beinleiðis og óbeinleiðis. Kvinnur og menn, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. Set teg í samband við Javnstøðunevndina fyri at fáa leiðbeining um framferðarháttin í sambandi við kærur.

Tú kanst t.d. kæra til Javnstøðunevndina, um tú metir teg vera ella hava verið fyri mismuni vegna kyn á arbeiðsmarknaðinum, t.d. í sambandi við starvssetan, uppsøgn ella løn, ella um tú hevur fingið uppsøgn, av tí at tú fert í barnsburðarfarloyvi.

Sí meir á www.javnstoda.fo

Hvussu eru treytirnar fyri barsilsfarloyvi?

Mammur

Áðrenn mettan barnsburð (termin)

Sum mamma hevur tú lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur tú eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. Læknaváttanin má røkka fram til í minsta lagi 4 vikur áðrenn mettan barnsburð. Annars er hon ikki galdandi.
Vikur kunnu ikki goymast til eftir barnsburð.

Eftir barnsburð

Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 46 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan, 14 til mammuna, og 28 eru til býtis.
Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.
Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 46 vikur eftir barnsburð.

Pápar

Áðrenn mettan barnsburð*

Sum pápi hevur tú ikki rætt til at fara í barsilsfarloyvi áðrenn mettan barnsburð.
*) Mettur barnsburður er tað sama sum termin.

Eftir barnsburð

Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 46 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan, 14 til mammuna, og 28 eru til býtis.
Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.
Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 46 vikur eftir barnsburð.

Arbeiðsmarknaðargjøld

Gjøldini fyri ALS, barsilsskipanina og Samhaldsfasta fara av lønini av sær sjálvum eins og skatturin.

  • ALS                              1,25%
  • Barnsburðarskipanin      0,62%
  • Samhaldsfasti                1,75%

Limagjald, trygging og eftirløn

Tá ið tú fært útgoldið løn, er týdningarmikið, at arbeiðsgevarin samstundis flytir prosentgjøldini fyri limagjald, trygging og eftirløn til Havnar Arbeiðarafelag.

Fert tú av arbeiðsmarknaðinum í styttri ella longri tíð vegna arbeiðsloysi, sjúku ella av øðrum orsøkum, ber kortini til at halda fram sum limur í felagnum og fáa teir limaágóðar, sum felagIð bjóðar limunum. Tá ber til at flyta eitt mánaðarligt tryggingargjald og rinda eitt árligt limagjald.

  • Limagjald        2,5%
  • Eftirløn             11,2%
  • Tryggingin er ein føstu upphædd, ið verður goldin av eftirlønini

Hví loysir tað seg at vera í Havnar Arbeiðarafelag?

Sum limur í Havnar Arbeiðarafelag fært tú lut í hópin av fyrimunum og tænastum, sum felagið bjóðar, og tú fært lut í sáttmálarættindum, ið felagið hevur vunnið.

Havnar Arbeiðarafelag er til fyri limirnar og vil fegin stuðla tær og tíni familju.

Havnar Arbeiðarafelag hevur við trygging og eftirløn tryggjað limirnar, so teir ikki nýtast at stúra fyri framtíðini, um illa vil til.

Við at gerast partur limur í felagnum ert tú partur av einum stórum felagsskapi, sum er til fyri at stuðla tær í arbeiðnum og í øðrum viðurskiftum við.

Ert tú fyri órætti á arbeiðsmarknaðinum, hjálpir felagið tær og tekur upp málið við sakførara felagsins. Tú fært hjálp frá felagnum, um arbeiðsgevarin ikki heldur sínar skyldur mótvegis tær sum arbeiðsfólki, t.d. um lønin ikki verður goldin, ella annað óreglusemi er.

Sáttmálarættindi sambært Havnar Arbeiðarafelag:

  • Rætt til eina fasta arbeiðstíð
  • Døgverðatíð, náttverðatíð og kaffisteðgir
  • Grundløn, viðbøtur og yvirtíðarlønir
  • Løn í samband við døgndrift/skiftivaktararbeiði
  • Frídagar
  • Uppsagnartíðir
  • Barnsburðarfarloyvi
  • Setanarbræv
  • Eftirsitisløn

Onnur rættindi og ágóðar hjá Havnar Arbeiðarafelag:

  • Lívstrygging, sum fíggjarliga lættir um hjá teimum avvarðandi, um limurin doyr
  • Trygging í samband við ávísa hættisliga sjúku
  • Trygging í samband við ávísa hættisliga sjúku hjá børnum
  • Ókeypis løgfrøðiliga ráðgeving
  • Ókeypis advokathjálp, um tú ert fyri órætti, t.d. í sambandi við uppsøgn, arbeiðsskaða ella annan órætt á arbeiðsplássinum
  • Møguleika at luttaka á skeiðum
  • Fíggjarligan stuðul undir verkfalli ella verkbanni