Felagið hevur eini summarhús í Skálavík. Til ber at bíleggja húsini við at ringja 312106 ella 590930 mánadag til hósdag milum kl. 10.00-16.00 og fríggjadag millum kl 10.00-12.00.
Hugnaligu húsini eru 117 fermetrar og standa í Hagabrekku 29.
Húsini standa væl fyri í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi. Frítt útsýni er niðan í dalin. Húsini sum eru ein hædd og innrættað soleiðis:
Inngongd, gongd, bryggers, hjúnarúm, tvey kømur, baðirúm við brúsu og gólvhita, køkur, stova og spísistova við útgongd til útigólv og urtagarð. Haraftrat er hjallur.
Seingjarpláss eru til 10 fólk.
Allir vanligir hentleikar eru í húsinum, tó skal leigarin sjálvur taka seingjarklæði, handklæði og vanligar toilettlutir við sær. Televarp og tráleyst internet er í húsinum.
Barnastólur og barnasong (ferðasong) eru eisini í húsinum.
Ikki er loyvt at roykja inni í húsinum. Heldur ikki er loyvt at hava húsdjór við sær í húsið.
Gjald
Leigugjaldið er 250 kr. um dagin fyri limir og 600 kr. um dagin fyri ikki limir.
Leigutíðarskeiðið verður roknað soleiðis, at leigarin tekur við húsunum innkomudagin kl. 12.00 og skal vera farin úr húsunum í seinasta lagi kl. 08.00 morgunin eftir, at leigumálið endar.
Gjaldast skal í minsta lagi fyri tveir dagar og í minsta lagi tríggjar dagar í vikuskiftinum, sum verður roknað frá fríggjadegi kl 12.00 til mánamorgun kl. 08.00.
Leigugjaldið skal flytast felagnum í seinasta lagi sjey dagar eftir bílegging og altíð í seinasta lagi sjey dagar undan, at leigutíðin byrjar.
Um bílagt verður minni enn 7 dagar, áðrenn leigutíðin byrjar, skal leigugjaldið gjaldast beinanvegin.
Gjaldast skal á kontu 9181-478.193.9 í Betri banka. Viðmerkjast skal navn og limanummar hjá leigaranum.