Trygging

Havnar Arbeiðarafelag hevur avtalu við ALKA um lívstrygging fyri limirnar.

Tryggingin er kravd fyri allar limir undir 67 ár, sum hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella fáa stuðul úr ALS. Aðrir limir kunnu venda sær til felagið um at koma við í felags tryggingarskipanina.

Nær tekur tryggingin við
Limir, sum eru kravdur partur av felags tryggingarskipanini, eru tryggjaðir beinanvegin frá upptøku sum limir í felagnum. Aðrir limir eru umfataðir, tá ALKA hevur góðtikið upptøku í skipanina.

Nær heldur tryggingin uppat
Tryggingin heldur uppat beinanvegin, tá tú ikki longur ert limur í felagnum, ella um treytirnar fyri kravdari luttøku í skipanini ikki longur eru loknar.

Um treytirnar fyri kravdari luttøku halda uppat, kunnu limir halda fram í skipanini. Limaskapurin heldur tá fram beinleiðis frá tí, at limurin ikki longur er kravdur at vera í henni. Treytin er, at tryggingargjald verður rindað felagnum.

Sí faldara her um tryggingartreytirnar